Innanlands

Løgtingið skal velja nevndir í morgin

Eisini skulu umboð finnast til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið, umframt at løgtingsgrannskoðarar skal veljast

Nýggja Løgtingið kom saman leygardagin og samlast aftur í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nýggja Løgtingið kom saman leygardagin og samlast aftur í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-16 12:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í morgin er val av nevndum fyrst á skránni í Løgtinginum.

Sambært Kringvarpinum skulu sjey limir og sjey varalimir veljast til seks ymiskar nevndir: Fíggjarnevndina, Uttanlandsnevndina, Vinnunevndina, Trivnaðarnevndina, Mentanarnevndina og Rættarnevndina.  

Veljast skal eisini til landstýrismálanevndina. Har er talan um tríggar limir og tríggar varalimir.

Les eisini: Nýggju landsstýrisfólkini taka við

 

Týsdagur, 17. September 2019, kl. 13:30

 

1.    Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini.

2.    Val av umboðum í Norðurlandaráðið.

3.    Val av umboðum í Útnorðurráðið.

4.    Val av løgtingsgrannskoðarum.

5.    Val av 4 limum og 4 varalimum í Lokalnevndina eftir rættargangslógini § 115, stk. 2.

6.    Val av nevningagrundlistanevnd

7.    Tilnevning av tveimum umboðum í eftirlitið við varhaldsfangum eftir rættargangslógini § 779

8.    Framløga

 

Logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder