
Í dag eru trý ár liðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, og í hesum sambandi verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið. Formansskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna áhaldandi stuðul til Ukraina, skrivar Løgtingið í tíðindaskrivi.
– Í dag eru trý ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og síðani hevur ført eitt oyðileggjandi kríggj móti ukrainska fólkinum. Kríggið hevur kostað ómetaliga nógv mannalív, stóran materiellan skaða og hevur havt álvarsama ávirkan á frið og støðufesti í Evropa og í heiminum.
– Við hesum vilja vit sýna okkara áhaldandi stuðul og samhuga við Ukraina, ukrainska fólkinum og ikki minst teimum ukrainsku flóttafólkunum, sum nú liva og virka í Føroyum. Flokkarnir á tingi hava allir staðið saman um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og at gera átøk at mótmæla krígnum, sum er eitt ógvusligt álop á frælsið og fólkaræðið hjá sjálvstøðugum tjóðum, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Løgtingforkvinnan hevur eisini í dag sent eina samhugaheilsan til Verkhovna Rada, fólkavalda tingið í Ukraina. Skrivið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald