Í sambandi við, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, mikudagin vitjaði danska Fólkatingið, var løgtingsformaðurin boðin við. Har hitti hann forsetan og bar honum eina heilsan frá føroyska fólkinum við vón um, at kríggið skjótt fær ein enda, skrivar Løgtingið á heimasíðu síni.
Eisini bar løgtingsformaðurin fram eina heilsan frá ukrainum, sum búgva í Føroyum, og vóna skjótt at sleppa heimaftur.
Spurdur um, hvat ukrainum tørvar mest av hjálp úr Føroyum, nevndi Zelenskyj, at stórur tørvur er á neyðgeneratorum, vatni og heitum klæðum, nú kaldi veturin stendur fyri durum, skrivar logting.fo.
-
Johan Dahl, løgtingsformaður og Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, lýða á meðan ukrainski forsetin heldur røðu í Fólkatinginum. (Mynd: Fólkatingið/ Villads Engel Pedersen)
-
Volodymyr Zelenskyj heldur røðu á Fólkatingi (Mynd: Fólkatingið/ Paw Ager)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald