Innanlands

Løgtingslógin um framtíðarfulltrú einmælt samtykt

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt lógina um framtíðarfulltrú, ið er ein nýggj føroysk lóg, ið styrkir um sjálvsavgerðarrættin hjá hinum einstaka

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna

2021-12-07 15:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Nú verður tað møguligt hjá okkum øllum at stovna eina framtíðarfulltrú, meðan vit enn eru frísk og birg, og gera sjálvi av, hvør skal taka sær av okkara fíggjarligu og persónligu viðurskiftum, um sjúka skuldi rakt, og vit gerast ófullfør, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Framtíðarfulltrúin verður sostatt stovnað, meðan vit enn eru frísk og før, og ikki sett í gildi, fyrr enn umstøðurnar eru soleiðis, at vit hava tørv á hjálp til okkara fíggjarligu og persónligu viðurskifti.

Endamálið við skipanini er at styrkja um sjálvsavgerðarrættin og gera tað møguligt hjá borgarum undir skipaðum viðurskiftum at hava ávirkan á egna lív og framtíðar viðurskifti. Talan er um eina sjálvbodna skipan og eitt tilboð til borgaran, sum sjálvur ger av, um viðkomandi ynskir at nýta skipanina. Líknandi skipan hevur verið galdandi í øðrum londum í fleiri ár, eitt nú í Danmark, við góðum royndum, og hevur MEGD heitt á landsstýriskvinnuna um at gera eina slíka lóg fyri Føroyar.

Landsstýriskvinnan fegnast um at eitt samt Løgting tók undir við málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder