
Jákup Jacobsen og Edmund Berg síggja nú fram til at koma heim til Føroyar og síggja familju sína aftur og geva teimum eitt klemm.
Tað var ein ógvuslig hending, tá bátur teirra koppaði í ringum veðri hósdagin vestan fyri bretsku oyggjarnar. Teir máttu fara í bjargingarbátin, og lógu har í átta tímar í ósløttum sjógvi áðrenn stóra skipið Nordic Qinngua kom teimum til hjálpar.
Teir vórðu bjargaðir umborð og sigldu við til Rotterdam í Niðurlondum.
Nú hava teir sent eini boð umvegis heimasíðuna “Riding the Gulf Stream” heim til familjuna:
- Tað harmar okkum at okkara kæru heima og familjur hava stúrt hesar seinastu dagarnar. Tað má hava verið hart og nakrir langir tímar hjá tykkum at sita og bíða uttan at kenna til støðuna hjá okkum, og bíða eftir telefonuppringingini við boðunum um vit megnaðu tað ella ikki.
- Takk til tykkum øll, ið hava fylgt, stuðlað og biðið fyri okkum á ferðini. Serlig tøkk til skipara og manning umborð á Nordic Qinngua, sum gjørdu eitt fantastiskt arbeiði undir bjargingini. Vit eru ovfarnir av hvussu skiparin stýrdi sínum meira enn 220 metra langa skipi, so neyvt sum ein ballet-dansari á villa havinum henda dagin.
- Vit vóru í bjargingarbátinum í átta tímar. Bjargingin tók um tríggjar tímar. Vegna fantastiska arbeiðið hjá skipara og manning, skuldu vit bara klúgva upp gjøgnum loðs-stigan úr villa havinum og upp á skipið. Vit mugu viðganga, at tað var ikki lættasta klúgvingin vit hava gjørt í lívinum. Við góðari hjálp frá manningini, vit megnaðu tað uttan nakra skeinu á kroppinum. Ein serlig tøkk til konur okkara og familjurnar, sum bíða eftir okkum. Vit síggja fram til at koma heim og geva tykkum eitt klemm og ikki sleppa aftur.
Sí eisini: Video: Ringt veður tá rógvararnir vórðu bjargaðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald