Uttanlands

Lok lagt á neyðtøkumálið ímóti Ronaldo

Ákærin í Las Vegas boðar frá, at eftir kanningar er niðurstøðan, at ákærurnar hjá 34-ára gomlu kvinnuni kunnu ikki prógvast

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-23 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var í gjárkvøldið, at ákærin í Clark County í Las Vegas, Nevada skrivaði á Twitter, at har verður einki sakarmál ímóti 34-ára gamla Cristiano Ronaldo. Eftir kanningar eru gjørdar, er metingin, at tað ikki kann prógvast útum einvønn rímiligan iva, at fótbóltsleikarin sum umboðar Juventus er sekur í neytøku.

Tað var ein amerikonsk kvinna, ið ákærdi Ronaldo fyri at hava neyðtikið hana í 2009 í Las Vegas. Ákærin váttar, at kvinnan meldaði eina hending í 2009, men tá vildi hon ikki upplýsa navnið á brotsmanninum, og tí gjørdist málið ikki til nakað.

Kathryn Mayorga, sum nú er er 34 ár, hevur síðani staðið fram, og hon vil vera við, at tað var portugisin, ið neyðtók hana fyri tíggju árum síðani. Cristiano Ronaldo er ein av heimsins allarbestu fótbóltsleikarum, og seinasta árið hevur hetta málið koyrt, eftir at týska blaðið Der Spiegel skrivaði um ákæruna, ið Mayorga nú kom fram við.

Ronaldo hevur ikki noktað, at hann møtti amerikonsku kvinnuna á einari feriu. Hann heldur tó fast um, at tað sum hendi millum tey bæði var við samtykki. Der Spiegel skrivaði, at kvinnan og umboð fyri Cristiano Ronaldo gjørdu í 2010 eina avtalu, ið tryggjaði henni pening, um hon ikki gjørdi meira við málið og tosaði um tað. Hetta váttaði ákærin í gjár. 

Týska blaðið skrivar, at eftir at #meToo-rørslan var farin í gongd, ynskti Kathryn Mayorga at siga sína søgu og fáa málið fyri rættin. Í fjør bað hon tí løgregluna um at opna málið aftur, men nú hevur ákærin stongt tað aftur orsakað av manglandi prógvum. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder