Innanlands

Lokka pengar frá føroyskum monnum

Løgreglan ávarar ímóti at senda myndir til onnur á netinum uttan at vera vís í um móttakarin tann, ið hann gevur seg út fyri at vera

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-11 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kemur alt ov ofta fyri, at føroyskir menn verða lokkaðir til at senda myndir av sær sjálvum til ókendar móttakarar á netinum, fyri síðan at verða trýstir eftir pengum.

Í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum ungum manni, sum helt seg hava fingið eitt nært samband við eina útlendska kvinnu á internetinum. Samskiftið teirra millum førdi til, at maðurin varð lokkaður at senda myndir av sær sjálvum í støðum, sum einans vóru ætlaðar kvinnuni.

Men so varð maðurin hóttur við, at myndirnar fóru at verða almannakunngjørdar, um hann ikki rindaði kvinnuni, ella persóninum í hinum endanum, eina upphædd svarandi til einar 7.000 krónur til eina útlendska kontu.

Vaktleiðarin hjá løgregluni tók hetta málið upp á felags telefonfundinum við fjølmiðlarnar í morgun, tí tað er javnan og alt ov ofta, at tey uppliva hetta slagið av peninganoyðslu.

Hetta er tað slagið av lógarbrotið, sum á útlendskum verður kallað ‘grooming’. Tá snýr tað seg um at skapa eitt álit millum tveir persónar, har annar so misnýtir álitið til at fáa okkurt, ofta myndir av kynsligum slag, burturúr. Í hesum førunum, har talan er um føroyskar menn, sum halda seg hava fingið eitt samband við vakrar útlendskar kvinnur, verður hetta álitið síðan misnýtt til peninganoyðslu.

Løgreglan ásannar, at hetta er ein trupulleiki, sum er ógvuliga ringur at basa, tí tað er so lætt at útgeva seg á netinum fyri at vera ein ennar persónur, enn ein veruliga er.

Men áheitanin er at vísa varðsemi, tá fólk taka upp samband við fremmand fólk á netinum.

Áheitanin gongur í fyrsta lagið út upp á – sjálvandi – at lata vera við at senda pengarnar, men best er, um ein ongantíð kemur út í eina støðu, har peninganoyðsla kann koma upp á tal. Hetta snýr seg bæði um at senda myndir av sær sjálvum, men eisini um, hvussu ein uppførir seg annars framman fyri telduni, tí móttakarin hevur møguleika at taka myndir - 'screenshots'.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder