Tí talan er ikki um ein ókeypis faldara, sum lovað. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldaran, skal hava ein lista við tínum veitarum, sum so fáa tilboðið um at lýsa í tínum faldara, og sostatt gjalda fyri faldaran. Kostnaðurin er tí fleirfaldaður, tað, ið hann hevði verið, um tú keypti tín egna faldara frá føroyskum veitara.
Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Dømir hava verið um, at veitarar eru hóttir, óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.
Í fleiri umførum hevur Samskifti víst á hendan trupulleikan, og vanliga hevur hetta steðga virkseminum hjá útlendsku sølufólkunum, men nú eru tey aftur at síggja á føroyska marknaðinum.
Nú søgan endurtekur seg, skal felagið aftur minna samstarvspartar sínar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum.
Vinnuhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald