Tann 27. oktober í ár verður stór altjóða ráðstevna, við heitinum ”Lokkarin í nýggjum klæðum…”, í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan snýr seg um lokking á netinum, hvussu fakfólk og avvarðandi betri kunnu arbeiða við at fyribyrgja og verja okkum ímóti kynsligum ágangi á netinum.
Endamálið við ráðstevnuni er, at luttakarar fáa eitt betri fatan av kynsligum ágangi á netinum – og eisini at varpa ljós á hesa skjótt vaksandi avbjóðing í okkara samfelag – og í øllum heiminum.
Tey, ið luttaka á ráðstevnuni eru m.a. Per Frederiksen, professari frá Aalborg Universitet, ið eisini hevur arbeitt hjá Red Barnet. Svein Øverland, sálarfrøðingur úr Noregi, sum hevur servitan innan kynsligan ágang á netinum og Amandha Sjøholm, ið er fyrrverandi løgreglufólk og sum í dag undirvísir í ”digitalum brotsverkum”. Úr Føroyum luttaka SSP, løgreglan og Almanna- og bústaðarmálaráðið. Eisini verður framløga av nýggju landsumfevnandi kanningini hjá Kris um kynsligan ágang. Hendan kanning er gjørd í samstarvi við Lóður.
Tilmelding til ráðstevnuna á www.nlh.fo ella við at venda sær til Kris.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald