Í svari til fólkatingsmannin upplýsir Lars Løkke Rasmussen, at tað ikki er orsøk at halda, at tað kunnu standast størri trygdarpolitiskar avbjóðingar av handilsligum samstarvi millum Føroyar og Kina enn millum Danmark og Kina.
Nýggja strategiin hjá Danmark kann annars geva ta fatan, at danir halda tað vera vandamiklari hjá ávikavist føroyskum og grønlendskum fyritøkum at hava samband við Kina, enn tað er hjá donskum fyritøkum. Seinastu árini hava vit eisini sæð, at eitt nú USA hevur lagt seg í, tá stórar fyritøkur í vestanlondum hava havt handilslig bond við fyritøkur, sum standa kinesiska statinum nær. Eitt dømi um hetta, var tá Huawei skuldi veita føroyingum 5G, men Føroya Tele at enda valdi Ericsson í staðin.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tann avgerðin helst hevur verið væl móttikin:
- Tá vit valdu Huawei frá sum veitara í sambandi við útbyggingina av 5G-netinum, so tóku vit ein stóran kostnað á okkum. Men vit gjørdu tað, tí tað var rætt, og tí tað eisini var tað, sum flestu sameindu okkara gjørdu.
Í svarinum sigur Lars Løkke at enda, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur ikki skulu hava verri marknaðaratgongd og –treytir enn danskar fyritøkur.
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald