Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði formaðurin hjá Modertunum, Lars Løkke Rasmussen, farið eftir at hildið fram í verandi samgonguni millum Danska Javnaðarflokkin, Vinstra og Moderatarnir.
Í samrøðu í politiska poddvarpinum hjá DR, Slotsholmen, sigur Lars Løkke, at samgongan riggar, og vónar hann, at hon heldur fram.
– Vit eru avklárað við, at okkara útgangsstøði í næsta valstríði eisini fer at vera, at tað er gott fyri Danmark at fáa eina samgongu tvørturum miðjuna. Vit ynskja at vera ein partur av tí, sigur hann.
Lars Løkke leggur tó afturat, at hann ikki útilokar, at aðrir flokkar eisini kunnu gerast partur av einari breiðari samgongu, og hann hevur ikki tikið støðu til, um tað framhaldandi eigur at vera við Mette Frederiksen sum forsætisráðharra.
Sambært DR standa stjórnarflokkarnir til bert at fáa 37,3 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. Á fólkatingsvalinum í 2022 fingu teir 50,1 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald