Uttanlands

Løkke smáfríggjar til javnaðin

Veljaratølini eru ikki borgarligu donsku stjórnini til vildar, og í nýggjari bók lettur forsætisráðharrin nú upp til samstarv við sosialdemokratarnar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-16 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki óhugsandi, at donsku flokkarnir Venstre og sosialdemokratarnir semjast til eitt stjórnarsamstarv.

Í hvussu so er letur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í vinstraflokkinum, upp fyri einum slíkum samstarvi. Tað kemur fram í nýggju samrøðubókini, ’Befrielsens Øjeblik’, sum kom út í dag.

Lars Løkke sigur seg dáma væl tankarnar um eitt stjórnarsamstarv millum Venstre og Socialdemokratiet eftir komandi fólkatingsval.

- Tað er ein sannroynd, at tað mesta av politikkinum verður skaptur á miðjuni, sigur forsætisráðharrin í bókini.

Støðan í Danmark er í løtuni tann, at borgarligu stjórnarflokkarnir standa til at missa til valið. Nýggjasta veljarakanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio vísir, at Venstre og Liberal Alliance ganga aftur, meðan triðji stjórnarflokkurin, tey konservativu hava framgongd.

Størstu afturgongd fær tó stuðulsflokkurin Dansk Folkeparti.

Hinvegin er framgongd til allar flokkarnar á reyða veinginum, sosialdemokratarnar, Eindarlistan, SF og tey radikalu.

Sosialdemokratarnir standa til at fáa 48 limir í fólkatinginum, tað er ein framgongd upp á ein tinglim. Eindarlistin gongur fram úr 14 til 17, SF tvífaldast úr 7 til 14 og Radikalu úr 8 til 13 tinglimir. Flokkurin Alternativet stendur til eina afturgongd, úr 9 niður á 6 tinglimir.

Vinstri stendur til at missa ein tinglim og fáa 33, Liberal Alliance hálverast úr 13 niður á meðan tey konservativu ganga fram úr 6 til 8 fólkatingslimirn.

Afturgongdin hjá Dansk Folkeparti er tó tann ógvusligasta, úr 37 niður á 20 tinglimir.

Kanningin gevur pláss til tveir flokkar, sum ikki fyrr hava havt sæti á fólkatingi. Talan er um teir báðar víðgongdu høgraflokkarnar, De nye Borgerlige og Stram Kurs, sum standa til at fáa 5 fólkatingslimir hvør.

Heldur handa kanningin og blokkarnir í donskum politikki framvegis eru galdandi, so er greitt, at dagarnir við eini borgarligari stjórn eru taldir, tí teir flokkarnir, ið hava stuðlað reyða veinginum hava greiðan meiriluta, eisini uttan stuðul frá teimum norðuratlantisku tinglimunum.

Einasta ivamál kann vera, um tey radikalu framvegis halda seg til ta reyðu hálvuna í donskum politikki, ella um tey kanska halda seg kunna fáa størri ávirkan sum stuðul fyri eini borgarligari/bláari stjórn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder