Í gjár valdu føroyingar síni fólkatingsumboð – Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum – og í dag fara danir og grønlendingar á val.
Ein flokkur, sum er nýggjur á atkvøðuseðlinum er Moderaterne, miðflokkurin, sum fyrrverandi danski forsætisráðharrin og fyrrverandi Vinstraformaðurin Lars Løkke Rasmussen hevur stovnað.
Tá hann og konan, Sólrun fóru at greiða atkvøðu í Keypmannahavn fyrr í dag, segði Løkke við danskar miðlar, at hann roknaði við, at valið fór at vera sera tætt, og fór hvør einasta atkvøða at gera mun.
Sambært veljarakanningum er líkt til, at hvørki blái ella reyði blokkurin fer at kunna tryggja sær meiriluta uttan stuðul frá Moderaterne.
Ein veljarakanning, sum Epion gjørdi fyri DR og Altinget hósdagin í farnu viku vísti, at Moderaterne stóð til at fáa 8,3 prosent av atkvøðunum, ið er eitt sindur minni, enn flokkurin hevur fingið í undanfarnu kanningini.
Í veljarakanning frá august stóð Moderaterne til bert at fáa fimm tingsessir 13. oktober var talið 12, og 20. oktober stóð flokkurin til at fáa 18 tingsessir. Við 8,3 prosent av atkvøðunum í seinastu veljarakanningini frá Epion, sum er frá hósdegnum, fær Moderaterne 15 tingsessir, og tað fær flokkurin eisini í kanning frá Voxmeter, sum Ritzau hevur kunngjørt í dag.
– Verður ein einflokkastjórn, um tey reyðu fáa meiriluta
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur fyrr í hesum mánaðinum sagt, at hon ynskir at skipa stjórn tvørturum miðjuna eftir valið, men fær reyði blokkur meirilutan, heldur Løkke, at hon fer at broyta meining og skipa eina sosialdemokratiska einflokkastjórn.
Lars Løkke hevur enn ikki viljað peika á nakað forsætisráðharravalevni. Umframt Mette Frederiksen hava Jakob Ellemann-Jensen úr Vinstra og Søren Pape Poulsen hjá konservativa flokkinum bjóðað seg fram. Løkke hevur higartil víst aftur, at hann sjálvur fer eftir at gerast forsætisráðharri enn einaferð.
Í dag sigur hann tó, sambært Ritzau, at Moderaterne hevur skikkað fólk, sum kunnu manna stjórnarráðini, um tað verður ein møguleiki.
– Vit hava lagt dent á, at okkara valevni koma úr "veruliga lívinum". Tey hava eitt nú starvast sum løgfrøðingar ella á heilsuøkinum. Tey skulu helst venja seg við at komma inn í fólkatingið, men eg haldi tey koma við nógvum førleikum, sigur hann.
Dagførd kl. 12.41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald