Innanlands

Loksins var full semja um tiltøkini móti Russlandi

Men tað var eftir hvast og hart orðaskifti á tingi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-04 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum, fær nú heimild til at seta tiltøk í verk móti Russlandi sum avleiðing av krígnum í Ukreina.

Eftir langa bíðitíð, kom málið til aðru viðgerð í dag – málið skal tó hava eina viðgerð afturat í tinginum.

Øll tey 24 tingfólkini á fundin atkvøddu loksins fyri málinum.

Men hetta var eftir drúgva viðgerð og hart orðaskifti, har andstøða og samgonga løgdu hart eftir hvørjum øðrum.

Tað løgna í hesum máli er, at andstøðan í uttanlandsnevndini tekur treytaleyst undir við uppskotinum frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni við uttanríkismálum.

Samgongulimirnir í uttanlandsnevndini vildu hinvegin ikki geva egnum landsstýrismanni fulla heimild.

Tað er fiskivinnusamstarvið við Russland, sum er tað eyma punktið. Samgongulimirnir høvdu tí eitt broytingaruppskot, ið er soljóðandi:

“Tiltøk sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg”

Altso – Jenis av Rana sleppur ikki at seta tiltøk í verk, sum ávirka fiskivinnuavtalurnar við Russlands, uttan at spyrja tingið fyrst.

Tá atkvøtt varð um broytingaruppskotið atkvøddu 13 samgongutingfólk fyri og 11 andstøðutingfólk ímóti.

Men tá henda atkvøðugreiðslan var avgreidd, var tað full semja í tinginum – 24 fyri og ongin ímóti – at senda uppskotið víðari í skipanini. Tað vil siga til triðju og endaligu viðgerð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder