Innanlands

Lønarhækkan uppá tilsamans 16,80 krónur yvir tvey ár

Semja er undirskrivað og verkfallið er av

(Mynd: Verkafólk)

(Mynd: Verkafólk)

2024-06-09 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í kvøld undiskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um eitt lønarlyft og lønarhækking á tilsamans 16,80 kr. yvir tvey ár. Við semjuni endar verkfallið hjá feløgunum, siga tey fimm fakfeløgini.

- Semjan gevur okkara limum eina eyka inntøku á 8,46 kr. fyrsta árið og 8,34 kr. seinna árið, lønarhækkingin er frá 1. mai. Harumframt koma 0,8% omaná eftirlønina frá 1. januar 2025. Hetta er sostatt eitt stórt stig á vegnum at tryggja okkara limum somu keypiorku, sum tey høvdu áðrenn koronafarsóttina í 2020, siga feløgini í fráboðan.

- Tá verkfallið byrjaði bjóðaðu arbeiðsgevararnir okkum: 4,20 kr. um tíman fyrsta árið og 2,76 kr. seinna árið, ella tilsamans 6,96 kr yvir tvey ár, nú er hækkingin 13% íroknað lønarlyft á 3,75 kr. um tíman fyrsta árið og 3,50 kr. Seinna árið um tíman.

Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hava Verkafólk víst á, at fasti samráðingarkarmurin í prosentum, skapar ein størri og størri skeivleika í lønarlagnum, har lægstløntu bólkarnir gerast alsamt meira afturútsigldir. Tí fegnast vit um, at hava samráðst um lønarhækkan í krónum og oyrum heldur enn prosentum. Eisini fegnast vit um, at ein partur av avtaluni er eitt lønarlyft, ið lyftir lønina hjá verkafólki tættari øðrum lønarbólkum.

- Eftir fýra vikur í verkfalli er tíðin komin, at Føroyar aftur kemur upp í ferð. Verkfallið hjá føroyskum verkafólki hevur veruliga sett samfelagið undir trýst. Tí eru vit veruliga takksom fyri stóra stuðulin, ið vit hava fingið frá føroyingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder