Innanlands

Lønarútgjaldnigarnar eru vaksandi

Munurin í lønum økist millum menn og kvinnur

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2019-10-10 11:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í september vóru knappar 850 milliónir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað eru 80 milliónir krónur meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at menninir vinna munandi meira enn kvinnurnar og munurin er vaksandi. Í september var parturin hjá monnum knappliga 530 milliónir krónur og 320 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hjá kvinnum seinastu fimm árini. Tilsamans eru lønirnar hjá monnum umleið 200 milliónir størri enn hjá kvinnunum mánaðarliga. Í 2014 var munurin smáar 140 milliónir krónur mánaðarliga. 

[object Object]

Sløk 65 prosent av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20 prosent í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15 prosent í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder