Uttanlands

London: Fleiri handtikin fyri at órógva almenna friðin leygardagin

Í sambandi við, at bretski kongurin varð krýndur í gjár, vórðu 52 fólk handtikin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-07 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð bretski kongurin, Charles III krýndur, og í hesum sambandi valdu fleiri at vísa sína ógnøgd við kongshúsið.

Fleiri limir í anti-kongshús-felagsskapinum Republic vórðu m.a. handtiknir fyri at mótmæla krýningina.

29.000 løgreglufólk vórðu til arbeiðis í London í gjár, og handtóku tey 52 persónar fyri m.a. at órógva almenna friðin ella fyri at hava ætlanir um at órógva dagsins stóra tiltak, skrivar Ritzau.

Ein av teimum, sum varð handtikin var Graham Smith, leiðari av Republic, og hann sigur seg ikki skilja, hví mótmælið ikki varð loyvt.

– Eg havi mangan fingið at vita, at kongurin er har fyri at verja okkara frælsi. Nú ger mann seg inná okkara frælsi í hansara navni.

Mannarættindafelagsskapirnir Amnesty International og Human Rights Watch finnast eisini at bretsku løgregluni fyri at handtaka mótmælisfólk.

Karen Findlay, løgregluovasti sigur, sambært DR, at tey fingu fráboðanir um, at ætlanir vóru um at fremja herverk móti minnismerkjum. Løgreglan hevur skyldu til at leggja uppí, tá mótmæli gerast ólóglig og kunnu órógva almenna friðin, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder