2024-05-05 10:32
Sadiq Khan úr Labour verður verandi sum borgarstjóri í London. Tað er greitt, eftir at lokalval hevur verið í Englandi hósdagin.
Sostatt kann hann nú byrja sítt triðja valskeið í borgarstjórasessinum, og sambært bretskum miðlum er tað fyrstu ferð, at ein borgarstjóri í London fer at sita trý valskeið á rað.
Sambært BBC fekk Sadiq Khan 43,8 prosent av atkvøðunum, meðan tann, ið fekk næstflestar atkvøður, konservativa Susan Hall, fekk 32,7 prosent.
Valluttøkan í London var 42,8 prosent.
53 ára gamli Sadiq Khan varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald