Innanlands

Long bilrøð stendur og bíðar eftir at sleppa til Vestmanna

Tað er av ringastu koyrilíkindum um Høgareyn í dag. Og ikki er koyrandi um Hálsin í Sandavági

Long bíðirøð bíðar oman fyri Kvívík at sleppa víðari norðureftir (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Long bíðirøð bíðar oman fyri Kvívík at sleppa víðari norðureftir (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-02-23 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru sjáldsama vánalig koyrilíkindi í dag í teimum høgtliggjandi vegunum.

Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, skrivaði soleiðis á Facebook fyrr í dag: Hetta er tað ringasta eg havi sæð á Vestmanna-vegnum.

Við omankoyringina til Kvívíkar er lokala sløkkiliðið kallað til hjálpar at stýra ferðsluni, so at ongir bilar fara eftir vegnum til Vestmanna, og bara bilar, ið skulu til Kvívíkar sleppa fram við Stykkið.

Tí røðin av bilum, sum bíða eftir at sleppa til Vestmanna er rættiliga long.

Ein av bilførarunum, sum hevur staðið leingi og bíðað at sleppa heim sigur fyri Portalinum, at tríggjar gravimaskinur eru komnar úr Vestmanna og til Kvívíkar og víðari við longum røðum av bilum eftir seg.

Nú verður bíðað eftir at gravimaskinurnar venda grabbin aftur móti Vestmanna, so at tær kunnu grava fyri bilunum gjøgnum tað ringasta um Høgareyn.

Landsverk boðar frá á heimasíðuni, at tað í løtuni ikki er koyrandi um Hálsin í Sandavági. Koyrilíkindini á Oyndafjarðarvegnum og Gjáarvegnum eru eisini sera vánalig, og at har verður givist við at krava klokkan 19 í kvøld.

[object Object]
Sløkkiliðið í Kvívík er innkallað at stýra ferðsluni (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

[object Object]"Hetta er tað ringasta eg havi sæð á Vestmanna-vegnum", sigur borgarstjórin í Vestmanna (Mynd: Pauli Trond Petersen) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder