Innanlands

Longd varðhaldsfongsling: Ákærdur fyri neyðtøkuroynd

Fyri triðju ferð er varðhaldsfongslingin longd. Hesaferð til 27. november, og nú skal 27 ára gamli maðurin mentalkannast

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-01 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

27 ára gamli maðurin, sum er varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroynd sunnunáttina 8. september, skal nú sita í varðhaldi til 27. november.

Varðhaldsfongsilgin var í fyrsta umfarið til 3. oktober og varð síðani longt til 1. november. Nú er varðhaldsfongslingin aftur longd, hesaferð slakar fýra vikur, til 27. november.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Maðurin skal mentalkannast, og staðfestast skal, um hann er egnaður at fáa vanliga revsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder