Innanlands

Lønin ikki komin fram hjá fleiri

Tað er ikki arbeiðsgevarin, men tøkniligur veitari hjá bankunum, sum hevur feilin

2024-03-27 18:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hevur tú ikki fingið lønina á konto í dag, er tað møguleiki fyri, at tað ikki er tí, at arbeiðsgevarin hevur verið ov seinur at rinda løn.

Talan er um ein feil hjá bankunum.

Hann kom tá lønirnar skuldu flytast í gjár, og ein listi var heldur langur. Hann náddi ikki við, tá koyringarnar koyrdi um kvøldið hjá okkara veitara. So tað er tað, sum hevur spøkt í gjár og aftur í dag, greiddi Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka frá í útvarpstíðindunum í kvøld.

Hetta er ein trupulleiki sum umfatar allar peningastovnarnar í Føroyum, og í Føroya Banka meta tey, at nakrir hundrað kundar eru ávirkaðir av hesum.

Trupulleikin kemur tá arbeiðsgevarin hevur konto í øðrum peningastovni enn arbeiðstakarin.

Brian Smedemark sigur, at pengarnir verða á konto í morgin, so fólk fáa brúkt kort og rinda páskainnkeypið sum tey vanliga gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder