Innanlands

Looknorth aftur eitt gott úrslit í 2020/21 

Úrslitið er eina lítla millión betri enn árið frammanundan

(Mynd: Looknorth)

(Mynd: Looknorth)

2022-01-25 20:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Looknorth P/F í Klaksvík er ein fyritøka, sum hevur ment seg nógv síðani felagið í ár 2000 var sett á stovn. Frá byrjan vóru bert sonevndir styropor kassar framleiddir til fiskivinnuna og alivinnuna. Eitt, sum hevur eyðkent Looknorth er, at virkið hevur lagt stóran dent á alsamt at menna nýggjar vørur til føroyska marknaðinum.

Eisini er virkið útbygt fyri nøkrum árum síðani. Hetta hevur samanlagt merkt, at Looknorth í dag, umframt at framleiða nógvar ymiskar vørur til alivinnuna og fiskivinnuna, harumframt eisini framleiðir vørur til føroysku byggivinnuna.  

Tá hugt verður eftir roknskapinum hjá Looknorth P/F fyri 2020/21, sum endaði 30. sept. 2021, síggja vit at talan aftur hevur verið um ein góðan roknskap, sum var lagdur fram fyri aðalfundin.

Bruttovinningurin øktist úr 14,4 mió.kr. í 2019/20 til 14,8 mió.kr. í 2020/21. Hetta gav ein vøkstur á 3 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, var 8,1 mió.kr. í 2020/21, samanborið við 8,0 mió.kr. í 2019/20.

Avskrivingar hjá felagnum eru tó minkaðar úr 3,3 mió.kr. 2019/20 til 2,5 mió.kr. í 2020/21. Hetta er eitt fall í avskrivingunum á uml. 800 tkr.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 4,4 mió.kr., sammett við 3,6 mió.kr. í 2019/20. Vøksturin í úrslitinum var 21 prosentum, og stavar í størsta mun frá minkaðu avskrivingunum í 2020/21 á 800 tkr.

Sambært roknskapinum eru 970 tkr. settar av til vinningsbýti til eigararnar.

[object Object]((Mynd: Looknorth)

Fíggjarjavnin hjá Looknorth hevur verið støðugur í 2020/21 samanborið við undanfarna ár. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 31,7 mió.kr. í 2020/21. 

Støðisogn í alt er fallin úr 22,2 mió.kr. í 2019/20 til 20,8 mió.kr. í 2020/21. Hinvegin er ogn í umferð økt tilsvarandi úr 9,5 mió.kr. í 2019/20 til 10,9 mió.kr. í 2020/21. Serliga sæst at vørugoymsla er økt við 1 mió.kr. og áogn er økt við 2,7 mió.kr. Hinvegin er tøki peningurin minkaður 2,3 mió.kr.

Eginpeningurin hjá Looknorth er øktur úr 23,8 mió.kr. í 2019/20 til 27,2 mió.kr. í 2020/21. Samlaða skuldin hjá felagnum er minkað úr 6,7 mió.kr. í 2019/20 til 3,2 mió.kr. í 2020/21. Felagið hevur onga langfreistaða skuld í 2020/21.

Looknorth P/F er í dag væl fyri fíggjarliga. Trygdarevnið, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var heili 86 prosent í 2020/21 sammett við 75 prosent árið fyri.  

Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stutfreistaða skuld, var í 2020/21 heili 337 prosent. 

Talan er tí um eina vælriknað og fíggjarliga sterka fyritøku, við góðum rakstrarúrsliti, stórum eginpeningi og rímuliga góðum gjaldføri.

Tað var Árni Skaale, sum saman við øðrum stovnaði felagið í 2000, sum hann í dag eigur saman við øðrum partaeigarum. Árni hevur verið stjóri í Looknorth inntil í januar 2022, tá hann fór frá, eftir at hann gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum.  

Ragnar O. Sundstein er í dag stjóri í Looknorth í dag. Nevndarformaður er Djóni Joensen. 

Sambært heimasíðuni hjá Looknorth starvast 19 fólk hjá fyritøkuni.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá Ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder