2024-06-05 08:19
Løgreglan var í gjár á vitjan á einum matstaði. Hetta var tí, at eitt tipp var komið inn um, at hetta matstaðið lat fólk sita inni og eta, hóast loyvið ikki var uppá pláss til tess.
Soleiðis var eisini. Løgreglan minti eigaran á, at hetta ikki ber til og gav eina áváring.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hann sigur eisini, at tað er ikki meira fløkjasligt enn so, at matstaðið kann søkja um loyvi til, at fólk eta inni har eisini.
Tað hevur loyvi til at selja take-away; her er talan um tvey ymisk loyvir.
Vatktleiðarin kundi ikki upplýsa, hvar í landinum umrødda matstaðið er, men tað er ikki í høvuðsstaðarøkinum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald