Innanlands

Lótu stóra grind fara: Mugu ikki fara í panikk fyri tað um nøkur eru smittað

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur tað vera skeivt at lata stóru grindina vestanfyri fara í dag. Orsøkin var, at farsóttarnevndin frámælti at halda nakrari grind til í løtuni

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-05-25 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum støðan var í dag, eigur nøkur grind ikki at vera hildin til, vóru boðini sum Finnbogi Midjord, sýslumaður í miðøkinum, fekk frá farsóttnevndini, um stóru grindina sum varð funnin vestanfyri fyrraprtin.

Tí gav hann boð um, at ikki halda henni til. Nakað, sum undrar landsstýrismannin á økinum, Jacob Vestergaard stórliga.

Um eg var í teirra stað, hevði eg hildið grindini til, sigur Jacob Vestergaard, sum eisini hevur verið sýslumaður í fleiri ár, við útvarpið í kvøld.

[object Object]Jacob Vestergaard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Vit høvdu hetta kjakið um vit skulu halda grind til ella ikki síðsta summar. Niðurstøðan var, at tað eigur man at kunna gera undir skipaðum viðurskiftum, so fólka ikki troðka saman, sum tey ofta gera í grind. Tað vísti seg at bera til, so eg veit ikki hví tað ikki skal bera til nú, sigur Jacob Vestergaard.

Mett verður, at grindin sum varð funnin út fyri Presttanga fyrrapartin taldi einar 300-500 hvalir, og hevði uttan iva savna nógv fólk á sandinum í Sandavági. Jacob Vestergaard heldur, at hóast vit hava nøkur smittað nú, so skulu vit sláa kalt vatn í blóðið.

- Vit skulu minnast til at halda frástðu, spitta og halda reinføri í ordan. Harvið ikki sagt at samfelagið skal steðga upp. Vit mugu ansa eftir ikki, at fara í panikk fyri tað, um nøkur fólk eru smittað, sigur Jacob Vestergaard við útvarpið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder