Mentan

Lou Bega á Okkara Land

Lou Bega, sum m.a. er kendur fyri sangin MAMBO no. 5, verður gestasangari á Okkara Land í Havn 21. juni 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-15 19:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. juni í ár fór festivalurin Okkara Land fyri fyrstu ferð av bakkastokki í Marknagili í Havn, og 21. juni 2025 verður festivalurin aftur á skránni.

Í ár vóru bert føroysk nøvn á skránni, men komandi ár verður ein útlendskur gestasangari eisini at hoyra. Talan er um týska Lou Bega.

Lou Bega, sum hevur selt 53 milliónir plátur og toppað listarnar í nógvum londum, kom við nógvum hittum um aldarskiftið, m.a. MAMBO no. 5, sum flest øll hava dansað og sungið við til. Umframt "MAMBO no. 5" kemur hann eisini at framføra løg sum "Sweet Like Cola", "I Got a Girl", og "Scatman & Hatman".

– Vit á Okkara Land eru sera spent uppá at fáa hendan víðagitna artistin at framføra sum gestasangari til Okkara Land 2025, skriva fyriskiparar í fráboðan á heimasíðuni hjá festivalinum.

– Vit hava eisini onnir spennandi nøvn í ermuni, sum vit avdúka seinni! Vit fara sjálvasagt eisini at hava fleiri fantastiska góðir føroyskir tónleikarar á pallin.

Dagførd kl. 19.57


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder