Hvirlurnar vóru upp í 66,7 m/s, tá ódnin Laura rakti amerikanska statin Louisiana í gjár. Ódnin varð tó skjótt broytt frá einari kategori 4 ódn til eina ódn í kategori 2, og er hon nú vorðin ein tropiskur stormur við 15 m/s,skrivar CBSNews.
Áðrenn ódnin rakti vórðu túsundatals fólk flutt burtur, og Laura elvdi eisini til stóran skaða. Fleiri hús eru oyðiløgd, og fleiri enn ein mió. fólk eru uttan streym. Ódnin elvdi eisini til vatnflóð.
Áðrenn ódnin Laura rakti USA, herjaði hon í Puerto Rico, Dominikanska Lýðveldinum, Haiti og Kuba. Í Dominikanska Lýðveldinum og á Hatiti eru fleiri enn 20 fólk deyð, og í minsta lagi seks fólk hava latið lív í USA, skrivar DR.
Hóast stóran skaða, var skaðin ikki eins stórur sum tá kategori 5 ódnin, Katrina rakti USA í 2005 og kravdi fleiri enn 1.800 mannalív. Sambært amerikanska miðlinum NPR er Laura tó ein av harðligastu ódnunum, sum hevur rakt statin Louisiana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald