placeholder
Innanlands

Lovar illveður í morgin: Smyril og Teistin avlýsa túrar

Veðurstovurnar siga frá illveðri í morgin, og Strandferðslan avlýsir tí túrar á Sandoyarleiðini og Suðuroyarleiðini

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2020-02-13 14:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boðað verður frá nógvum vindi í morgin, og longu nú hevur Strandferðslan avlýst túrar á Sandoyarleiðini og Suðuroyarleiðini.

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 7 í morginárini, úr Havn klokkan 17 og av Krambatanga aftur klokkan 20.

Og tað er serliga seint fyrrapartin og út á seinnapartin í morgin, at tað verður serliga keðiligt veður. Hetta ávirkar eisini siglingina hjá Teistanum um Skopunarfjørð, sum avlýsir túrarnar úr Skopun klokkan 10:30 og 12:30, og túrarnir av Gomlurætt klokkan 11:15 og 13:15 eru somuleiðis avlýstir.

Enn eru ikki aðrar avlýsingar hjá Strandferðsluni orsaka av veðrinum.

Síggj feskastu veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder