Danski vinstriflokkurin hevur enn einaferð verið ein túr í væl umtóktu sjónvarpssendingini “Løvens Hule” hjá Danmarks Radio fyri at heinta ein nýggjan ministara í stjórnina.
Fyri nøkrum árum síðani – í 2016 – var tað, tá Tommy Ahlers, varð valdur til útbúgvingar- og granskingarmálaráðharra.
Í dag var tað Mia Wagner, ið varð vald til nýggja ráðkvinnu fyri talgilding og javnstøðu.
Eftir at Jakob Ellemann herfyri valdi at taka seg aftur, bæði sum verjumálaráðharri og formaður í Venstre, hevur ligið í kortunum, at næstforkvinnan í flokkinum, Stephanie Lose, aftur skuldi gerast partur av donsku stjórnini.
Meðan Jakob Ellemann var sjúkrameldaður við strongd fyrr í ár, røkti hon starvið sum búskaparmálaráðkvinna, meðan Troels Lund Poulsen yvirtók verjumálaráðið.
Nú er formansskapurin í flokkinum komin upp á pláss, og tí var eisini greitt, at Troels Lund Poulsen aftur tekur verjumál og Stephanie Lose búskaparmál.
Men útskiftingin varð størri enn so. Og mest óvæntaða valið var, at Mia Wagner verður nýggj ráðkvinna við ábyrgd av talgilding og javnstøðu. Mia Wagner er kend vinnulívskvinna, og hevur staðið aftan fyri fyritøkurnar Freeway og Nordic Female Founders. Men mest er hon tó kend fyri sína luttøku í sjónvarpssendingini “Løvens hule”.
Hetta merkir eisini, at Marie Bjerre, sum hevur verið ráðkvinna fyri digitalisering og javnrætti, nú ikki longur er limur í donsku stjórnini.
Ein onnur, sum eisini var uppsøgd sum ministari í dag, er Louise Schack Elholm, ráðkvinna við kirkjumálum, útjaðaramenning og norðurlendskum samstarvi. Morten Dahlin avloysir hana.
Venstre er í stórari kreppu í løtuni. Nýggi formaðurin, Troels Lund Poulsen hevur stórar arbjóðingar við at vinna flokkinum álit aftur eftir at veljarakanningarnar hava verið beinleiðis vánaligar. Tí gittu eygleiðarar eisini, at kend fólk, men óroynd í politikki, kanska fóru at verða boðsend í sambandi við útskiftingina í stjórnini hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald