Innanlands

Løvubetong lakari ár enn árið fyri

Ársúrslitið hjá Løvubetong var í 2021 væl lakari enn undanfarna ár, sum var eitt metár í bruttovinningi og úrsliti. Vinningsbýtið til eigararnar var tó 3 mió.kr.

(Mynd: Løvubetong)

(Mynd: Løvubetong)

2022-07-03 15:15 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Løvubeting P/F, sum heldur til í Norðskála, selur selur og framleiðir betong umframt eisini at framleiða betongelementir til føroysku byggivinnuna.

Ársroknskapurin fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin gjørdist 16,3 mió.kr. samanborið við 27 mió.kr. í 2020. Talan er tí um eina stóra minking í bruttovinninginum á 10,8 mió.kr. ella heili 40 prosent.

Roknskapurin upplýsir ikki hvat orsøkin er til minkingina. Tó má metast, at tá bruttovinningurin er minkaður somikið nógv, so má hetta óiva stava frá eini minkandi sølu.

[object Object]

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar er meir enn hálverða, úr 18,9 mió.kr. í 2020 til 9,1 mió.kr. í 2021. Minkingin er 52 prosent.

Ársúrslitið gjørdist eitt avlop a 5,6 mió.kr. sammett við 13,3 mió.kr. í 2020. Talan er um eina minking í úrslitinum á 58 prosent.

Løvubetong P/F er framvegis sera væl fyri fíggjarliga við einum eginpeningi á 56,8 mió.kr. Trygdarevnið er 69,6 prosent.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 81,6 mió.kr., harav fastar ognir 37,9 mió.kr. og ognir í umferð 43,7 mió.kr. Serliga kann leggjast til merkis, at áogn hjá atknýttum feløgum er økt úr 12 mió.kr. í 2020 til heilar 31,4 mió.kr. í 2021.  

Felagið hevði økt um sína langfreiðstaðu skuld úr 0 í 2020 til 11,9 mió.kr. í 2021. Stuttfreiðstaða skuldin er økt úr 5,8 mió.kr. í 2020 til 7,7 mió.kr. í 2021. 

Gjaldførislutfallið er 566 prosent, sum vísir, at áognir eru 5,7 ferðir størri enn stuttfreistaða skuldin.  

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útlutað 3 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar, sum er sama upphædd sum í 2020. 

Stjóri í Løvubetong P/F er Regin Jóannes Johannessen og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson. Sambært heimasíðuni hjá Løvubetong starvast 14 fólk í fyritøkuni.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Spf. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder