Uttanlands

Loyndarfulla sýningin avlýst

Victoria’s Secret gevst nú við árligu mótasýningini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-11-22 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kenda Victoria’s Secret mótasýningin, sum hevur verið á hvørjum ári, sum fyrstu ferð var í 1995, steðgar nú.

Tað upplýsir L Brands, sum eigur kenda merkið Victoria’s Secret, skrivar Reuters.

Avgerðin er tikin orsaka av, at felagið í mai mánað kunngjørdi, at sýningin ikki fór at vera víst á stóru sjónvarpsrásunum í USA, tí nýggj marknaðarføringsætlan er løgd.

Stóri framleiðarin av undirklæðum hevur seinastu tíðina mist kundar til bíligari merkir, og samstundis er talið av hyggjarum av stóru sýningini við supermodellum í diamantundirklæðum fallið nógv seinastu árini.

Bara 3,3 milliónir amerikanarar fylgdu í fjør við, meðan talið í 2001 var heili 12 milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder