Uttanlands

Loyniliga ferðin hjá Biden til Kyiv

Í dag er tað almenna vitjanin í Polandi, sum er á skránni hjá amerikanska forsetanum

Joe Biden og Volodymyr Zelenskij (Mynd: EPA)

Joe Biden og Volodymyr Zelenskij (Mynd: EPA)

2023-02-21 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá amerikanski forsetin, Joe Biden, knappliga var at síggja í Kiev mánamorgunin, var hetta fyribils endin á eini topployniligari ferð.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum hevur funnið útav, hvussu forsetin ferðaðist úr USA til ukrainska høvuðsstaðin í loyndum.

Ferðin byrjaði tíðliga sunnudagin á eini hernaðarflogvølli nakað uttan fyri Washington. Her fór forsetin umborð á eitt flogfar av slagnum Air Force Boeing 757, ið er gjørt til at flyta fólk av serligum týdningi.

Flogfarið, ið eisini er kent sum eitt C-32, er minni enn flogfarið, sum forsetin vanliga brúkar á uttanlandsferðum.

Forsetin fór eisini umborð á flogfarið á einum øðrum flogvølli enn vanligt. Hartil vóru gluggarnir á flogfarinum myrkalagdir við persisnnum.

Umleið eitt korter eftir, at Biden var farin umborð, komu fimm trygdarfólk, eitt lítið lið av læknum og ráðgevin og tvey tíðindafólk eisini umborð.

Tíðindafólkini – ein skrivandi journalistur hjá Wall Street Journal og ein fotojournalistur hjá AP – vóru í Hvítu Húsunum fríggjadagin, har tey lovaðu at halda túrin loyniligan. Hald varð lagt á telefonirnar hjá teimum undir allari ferðini.

Eftir sjey tíma ferð, lendi flogfarið á herstøðini Ramstein í Týsklandi. Her bunkraði flogfarið, meðan gluggarnir framvegis vóru myrkalagdir.

Síðan gekk túrurin til Rzeszow-Jasionka-floghavnina í Polandi.

Floghavnin hevur undir krígnum í Ukraina virkað sum eitt knútapunkt fyri flutning av herðanarstuðli úr Vesturlondum til ukrainsku herdeildirnar.

Klokkan 21.15 sunnukvøldið fór Biden og lítla fylgi hansara umborð á eitt tok við kós móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Tokið koyrdi eftir eini rutu, sum í skjótt eitt ár hevur verið brúkt til – annan vegin – at senda hernaðarútgerð til Ukraina, og – hin vegin – til at flyta neyðstøddum ukreinum til eina meira friðarliga tilveru. Átta vognar vóru í tokinum.

Eftir tíggju tímar toktúr, rullaði Biden mánamorgunin klokkan 08.07 inn í Kyiv. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder