Uttanlands

Loyniligir lekar: Nato-fólk gera tænastu inni í Ukraina

Bretland hevur sent flest servand herfólk at gera tænastu í krígsherjaða landinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-04-12 14:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan hundrað servand herfólk frá Nato-londum, eru í løtuni í tænastu í Ukraina. Tað skriva bretsku miðlarnir BBC og The Guardian í dag. Upplýsingarnir stava frá loyniligum skjølum, sum bretskir miðlar hava fingið innlit í.

Sagt verður, at Bretland hevur flest fólk í krígsherjaða landinum, nevniliga 50 servand herfólk. 17 eru úr Lettlandi, 15 úr Fraklandi, 14 úr USA og ein úr Niðurlondum.

Upplýsingarnir eru dagfestir 23. mars. Tað framgongur ikki av skjalinum, hvat slag av uppgávum hesi fólk gera. Heldur ikki verður upplýst nærri, hvar í Ukraina tey virka.

Bretskir myndugleikar hava ikki beinleiðis gjørt viðmerkingar til uppáhaldini. Men sagt verður, at upplýsingarnir í skjalinum ikki eru heilt neyvir.

- Lesarar mugu vera varnir við at trúgva uppáhaldunum, sum kunnu vera við til at spjaða falskunning, skrivar verjumálaráðið í einum svari, sambært NRK.

Bretska sendistovan í Kyiv váttar, at tað eru bretsk herfólk í Ukraina, sum venja ukrainsku styrkirnar.

BBC skrivar, at talan er um servandar deildir, sum virka í smáum eindum. Miðilin minnir eisini á, at Moskva hesar farnu vikurnar hevur víst á, at russisku deildirnar ikki bert berjast móti ukreinum, men eisini móti Nato inni í Ukraina.

Chris Meagher frá amerikanska verjumálaráðnum sigur, at stórur vandi er við lekunum, sum eru avdúkaðir í seinastuni, og at hesir kunnu vera til vanda fyri trygdina í USA.

Og tað er serliga falskunning, sum vandi er fyri, skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Lloyd Austin, amerikanski verjumálaráðharrin, hevur kunnað samstarvslondini hjá USA um lekarnar.

Bæði Pentagon og amerikanska løgmálaráðið hava sett kanningar í verk, og ein nevnd er eisini sett at meta um skaðarnar.

Sambært verjumálaráðharranum roynir hann at fáa yvirlit yvir, hvør hevur fingið atgongd til skjølini, ið eru likin.

Talsmaðurin fyri amerikanska trygdarráðið, John Kirby, sigur, at vandi er fyri, at fleiri lekar kunnu henda.

- Vit vita ikki hvør stendur aftanfyri, og hvørji motivini eru, sigur hann, sambært NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder