Innanlands

Loysa fyrsta flagið til nýggja Sjóvinnustýrið týsdagin

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður fer at loysa fyrsta flagið til nýggja bygningin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi

2021-11-27 11:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsverk: Týsdagin 30. november kl.11:30 verður fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum.

Tað verður Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Vinnu- og umhvørvismálum, sum fer at loysa fyrsta flagið.

Nýggja Sjóvinnustýrið varð boðin út í heildararbeiðistøku. Bygningsánari er Umhvørvis- Vinnumálaráðið, byggiharri er Landverk, og Búsetur er høvuðsarbeiðistakari. Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin.

Nýggi kontórbygningurin fer væntandi at standa liðugur á várið 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder