Innanlands

Loyvi at taka eitt sindur meira av alkoholi við til Føroya

Taks hevur dagført tollplakatina

2019-09-17 10:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Taks hevur nú gjørt eina nýggja plakat yvir, hvussu nógv tollfrítt, ið ferðandi til Føroya kunnu keypa og hava við sær til landið.

Reglurnar eru broyttar, soleiðis at hámarkið fyri vín er hækkað úr 4 til 4,5 litrar og hámarkið fyri heitvín er hækkað úr 2 til 2,25 litrar. Broytingin er gjørd, so at krøvini hóska betur saman við støddini á fløskunum, skrivar taks.fo.

Ein onnur broyting er, at sider nú verður flokkað sum øl og ikki vín, og at snús er komið á plakatina saman við tubbaki.

Tá talan er um tollfrían innflutning av alkohol er fimm samansetingar:

1. Ein litur av brennivíni, ein litur av heitvíni og seks blikk av øli
2. Ein litur av brennivíni, tríggjar fløskur av víni og seks blikk av øli
3. Seks fløskur av víni og seks blikk av øli
4. Tvær fløskur av heitvíni og seks blikk av øli
5. 30 blikk av øli

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder