Innanlands

Loyvi givið til at fara undir kirkjubygging á Argjum

Eftir nakað av stríðið er nú greitt, at Kirkjuráðið á Argjum kann halda fram við arbeiðnum. Hetta hevur Bárður á Lakjuni, mentamálaráðharri, givið loyvi til

(Mynd: Koma.fo)

(Mynd: Koma.fo)

2026-07-22 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv stríð hevur stungið seg upp um staðseting og mannagongd, í sambandi við ætlaðu nýggju krikjuna á Argjum.

Men nú hevur givið Kirkjuráðnum á Argjum loyvi til at fara undir arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum.

Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu sínari í dag, mikudagin 22. juni.

Harvið kann Kirkjuráðið á Argjum nú veruliga fara í gongd við arbeiðið.

- Nýggja kirkjan fer at skapa betri umstøður fyri gudstænastur, kirkjuligar handlingar og tað fjølbroytta virksemið, sum kirkjan hevur í nærumhvørvinum, skrivar mmr.fo.

[object Object]
Bárður á Lakjuni varð fyrr í ár innsettur sum landsstýrismaður í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder