Mentan

Stórt bál krevur loyvi

Nýggjárið nærkast, og Umhvørvisstovan minnir á, at tað ikki er loyvt at brenna stór bál uttan loyvi frá kommununi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-18 14:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey, ið ætla at skipa fyri nýggjársbáli, mugu biðja um loyvi frá kommununi. Hetta minnir Umhvørvisstovan á.

Tað er ikki loyvt at brenna stór bál uttan at kommunan hevur givið loyvi. Bál, sum eru størri enn 1,2 metrar í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.

Tað er ikki alt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, til dømis óviðgjørdur viður og pappír og greinar.

Ikki er loyvt at brenna burturkast.  

Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. 

Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder