Innanlands

Luftbyrsutjóvur fongslaður

Gjørdi mótstøðu tá løgreglan kom á gátt

2020-01-20 07:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin boðaði ein handil í Havn, sum millum annað selur luftbyrsur, at ein byrsa var stolin úr Handlinum.

Talan er um eina sokallaða e-gun við gasspatrón, sum kann vera rættiliga kraftmikil, um hon verður vend móti fólki ella fæi.

Løgreglan fekk sporað seg fram til hvør mundi hava stolið byrsuna, og fór út á ein bústað í Havn at tosa við mannin, sum var undir illgruna.

Tá løgreglan kom á gátt gjørdi maðurin so mikið av mótstøðu, at hann varð skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni í tænastu. Vaktleiðarin á løgreglustøðini ynskir í morgun ikki at koma nærri inn á, hvat hendi undir handtøkuna.

Maðurin var tí í gjár stillaður fyri dómara, og var í grundlógaravhoyrinum fongslaður í 14 dagar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder