Uttanlands

Luftdálking og CO2 útlátið er minkað eftir spjaðingina av korona

Korona farsóttin hevur ávirkað luftdálking og CO2 útlátið fleiri staðni kring knøttin

(Mynd: NASA)

(Mynd: NASA)

2020-03-21 20:08 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Luftdálking og CO2 útlátið er minkað í fleiri økjum og býum seinastu tíðina, eftir at spjaðingin av koronavirussinum hevur sett ferðina niður kring allan heimin, skrivar BBC. Tað loypir tó ikki nakran hvøkk á, tí tey tiltøk sum eru sett í verk í teimum ymsu londunum, ger at tað er nógv minni ferðsla á vegunum og minni virksemi á virkjum.

Ein greining frá Carbon Brief vísur, at útláti í Kina er minkað við einum fjórðingi sum beinleiðis orsøk av koronavirussinum. Greiningin vísur at henda minkingin uppá 25% var yvir eitt tíðarskeið uppá tvær vikur, og tað kann sannlíkt føra við sær eina minking uppá 1% í samlaða útlátinum í Kina fyri hetta árið. Eisini vísa tøl úr Norðuritalia eina stóra minking har.

Náttúruvísindafólk siga at í mai mánað, tá CO2 útlátið vanliga er uppá tað hægsta, kann væntast at CO2 útlátið møguliga verður tað lægsta síðan fíggjarkreppuna í 2009, skrivar BBC.

Vísindafólkini vænta tó, at tá korona-kreppan er av, gongur ikki long tíð til útlátið er á sama støði sum undan kreppuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder