Uttanlands

Lukasjenko ætlar at steingja mørkini til grannarnar

Óttasst fyri vápnaðum stríði - hetta er bara propaganda frá hansara síðu, siga grannalondini

Alaksandr Lukasjenko (Mynd: EPA)

Alaksandr Lukasjenko (Mynd: EPA)

2020-09-18 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, segði í gjárkvøldið í eini røðu, at landið kennir seg noytt til at steingja landamørk síni til granalondini Poland og Litava og styrkja varðhaldið á markinum til Ukreina.

- Lat meg vera ærligan, vit vita ikki hvat tey kunnu finna uppá. Alt bendir á, at vit ikki eru langt frá einum vápnaðum stríði. Eg kann bara siga eitt til fólkini í Litava, Polandi og Ukreina: Gevist við tykkara øðrvitispolitikki. Latið ikki krígg bresta á.

Soleiðis skal Lukasjenko hava sagt í røðuni, sum hann helt á eini kvinnuráðstevnu í Minsk í gjárkvøldið.

Sambært myndugleikunum í bæði Litava og Polandi merktu markavørðarnir einki til nakrar ætlanir um at markið millum londini skuldu steingjast.

Varauttanríkisráðharrin í Polandi, Pawel Jablonski, segði við Reuters, at landið metir útsøgnina hjá Lukasjenko at vera enn ein liður í hansara propaganda og ein roynd at skapa eina kenslu av hóttan íttanífrá.

Í gjár boðaði ES-tingið frá, at tað ikki longur viðurkennir Lukasjenko sum forseti í Hvítarusslandi eftir 5. november, tá núverandi forsetavalskeið rennur út.

ES-tinglimirnir krevja eisini, at tiltøk verða sett í verk móti teimum, sum stóðu fyri valsnýtinum og harðskapinum móti mótmælisfólkunum eftir hvítarussiska forsetavalið 9. august.

Tey 17 limalondini í felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSSE, avgjørdu eisini í gjár at seta í verk kanning av teimum álvarsligu brotini á mannarættindini, sum eru farin fram í sambandi við forsetavalið í Hvítarusslandi, skrivar Reuters.

Finska kringvarpið YLE skrivar við landsins uttanríkisráði sum keldu, at Finnland er ein av stigtakarunum til at fáa sett hesa kanning í verk.

29 lond hava eisini fordømt Hvítarussland fyri at gera royndir at forða landsins borgarum at fáa atgongd til internetið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder