Uttanlands

Lukasjenko: Kanska havi eg sitið ov leingi við valdið

Hann hevur tó ongar ætlanir um at leggja frá sær, sum mótmælisfólkini annars hava kravt síðan valið 9. august

Aleksandr Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðan 1994 (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðan 1994 (Mynd: EPA)

2020-09-09 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aleksandr Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi í 26 ár, og er hann róptur seinasti einaráðisharrin í Evropa.

Í gjár ásannaði forsetin í Hvítarusslandi eisini, at hann kanska hevur sitið ov leingi við valdið.

– Ja, kanska havi eg sitið eitt sindur ov leingi, segði hann við russiskar miðlar.

Samstundis segði hann seg ikki vísa aftur, at nýval kundi útskrivast í næstum. Tó segði hann, at hann ikki ætlaði at leggja frá sær, hóast stór mótmælistiltøk hava verið seinasta mánaðin.

Samrøðan við Lukasjenko varð gjørd samstundis sum hvítarussiski andstøðupolitkarin, Maria Kolesnikova, vakti ans í miðlunum.

Maria Kolesnikova hvarv mánadagin. Hon varð afturhildin á gøtuni og síðani koyrd burtur í einum vøruvogni. Týsdagin kom hon tó afturíaftur við markið til Ukraina. Hon varð steðgað av løgregluni, tá hon royndi at fara yvirum markið, skrivar Ritzau.

38 ára gamla Maria Kolesnikova er ein av trimum kvinnum, sum síðan forsetavalið 9. august hava myndað andstøðuna í landinum. Hon er tó tann einasta, sum er eftir í Hvítarusslandi.

Hinar báðar, Svetlanda Tikhanovskaja og Veronica Tsepkalo, eru rýmdar úr landinum til ávikavíst Litava og Pólland.

Síðan forsetavalið 9. august hava mótmælisfólk verið á gøtunum í Hvítarusslandi og kravt, at Lukasjenko leggur frá sær.

Stýrið hjá Lukasjenko er lagt undir at hava framt valsvik. Á valinum skuldi hann havt fingið 80 prosent av øllum atkvøðunum, men fleri, harímillum Svetlana Tikhanovskaja, sum stillað upp ímóti honum, viðurkenna ikki hetta úrslitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder