Uttanlands

Lukasjenko: Kjarnorkuvápn til øll

Tey, sum fara uppí part við Russland og Hvítarussland kunnu fáa kjarnorkuvápn, sigur forsetin í Hvítarusslandi – Í farnu viku skrivaðu partarnir undir avtalu um at seta upp taktiskt kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

2023-05-29 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, bjóðar londum, sum fara uppí part við Hvítarussland og Russland, kjarnorkuvápn.

– Har verða kjarnorkuvápn til øll, sigur hann í samrøðu við russiskt sjónvarp, sum tíðindastovan Reuters endurgevur.

Tað var í mars, at Russland og Hvítarussland, sum hava eitt tætt samstarv, samdust um, at Russland kundi seta taktiskt kjarnorkuvápn á hvítarussiska jørð, og í farnu viku skrivaðu partarnir undir avtaluna.

Í 1992, árið eftir at Sovjetsamveldið fall, samdust Russland, Ukraina, Hvítarussland og Kasakstan um, at øll kjarnorkuvápnini hjá fyrrverandi Sovjetsamveldinum skuldu vera í Russlandi, og kjarnorkuvápn hava ikki verið á hvítarussiskari jørð síðan 1996.

Taktisk kjarnorkuvápn hava ongantíð verið brúkt í kríggi, og í mars søgdu fleiri serfrøðingar, og tað var væntað, at ein slík avtala fór at verða gjørd, men ongar ábendingar vóru um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fór at brúka kjarnorkuvápnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder