Aleksandr Lukasjenko sigur, at hann hevur ov nógv vald sum forseti í Hvítarusslandi, og lovar hann, at ein nýggj grundlóg verður gjørd, sum kann fara til fólkaatkvøðu fyrst í 2022.
Tað segði 66 ára gamli Lukasjenko, sum hevur verið forseti síðan 1994, á einum sonevndum fólkafundi í Minsk, har nýskipanir verða umrøddar.
Andstøðan, sum hevur mótmælt í fleiri mánaðir, sur, at tað er stór skomm, og at fólkafundurin bert hevur til endamáls at tryggja, at forsetin framhaldandi kann varðveita valdið.
Á fundinum luttaka 2.700 sendifólk, harav tey flestu eru vinfólk og viðhaldsfólk hjá Lukasjenko, skrivar Ritzau.
Andstøðan vil vera við, at Lukasjenko tapti forsetavalið í august í fjør, hóast almennu tølini vísa, at hann hevði vunnið við 80 prosent av atkvøðunum.
Hetta fekk hundraðtúsundatals av hvítarussarum at fara út á gøturnar at mótmæla hvørja viku og krevja, at hann leggur frá sær. Hetta elvdi síðani til hóphandtøkur og nógvar ákærur móti løgregluni fyri harðskap og píning. Talið á mótmælisfólkum er tó minkað seinastu mánaðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald