Uttanlands

Lukasjenko: Vit standa saman við Russlandi

– Vit stuðla og fara framhaldandi at stuðla Russlandi, sigur Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi

Russiski forsetin, Vladimir Putin og hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko hittust í Sankta Pætursborg 25. juni (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin og hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko hittust í Sankta Pætursborg 25. juni (Mynd: EPA)

2022-07-04 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi sigur, at hann stuðlar Russlandi og hernaðarliga virksemið hjá Russlandi í Ukraina – og tað hevur hann gjørt frá fyrsta degi.

– Í dag finnast fólk at okkum fyri at vera tað einasta landið í heiminum at stuðla Russlandi í stríðnum móti nasismu. Vit stuðla og fara framhaldandi at stuðla Russlandi, segði Lukasjenko í røðu sunnudagin.

– Vita tey, ið finnast at, ikki at vit hava eitt so tætt samband við Russland. At vit í roynd og veru hava ein sameindan her (...) Vit fara at verða saman við russiska bróðurlandinum, segði hann.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur við ukrainskar miðlar, sum Reuters endurgevur, at útsøgnirnar hjá Lukasjenko eru vandamiklar.

– Útsøgnin hjá Lukasjenko um ein sameindan her við Russland er vandamikið fyri hvítarussiska fólkið.

– Hann má ikki hála Hvítarussland inn í eitt russiskt kríggj móti Ukraina. Eg haldi, hetta er eitt vandamikið signal. Og eg haldi, vit fara at síggja úrslitið av hesum, sigur hann.

Lukasjenko hevur áður latið russisk herfólk fara inn í Ukraina gjøgnum Hvítarussland, og í røðu 26. juni vendi Zelenskyj seg beinleiðis til hvítarussiska fólkið, og heitti hann á tey um at halda seg úr krígnum.

Lukasjenko legði fyrradagin Ukraina undir at hava skotið rakettir móti hernaðarligum málum í Hvítarusslandi fyri fimm døgum síðani. Tá segði hann eisini, at hann ikki vildi hava nakað við kríggið í Ukraina at gera, men legði hann afturat, at Hvítarussland fór at stríðast, um landið varð hersett.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder