2019-03-04 18:58
Luke Perry, sum spældi við í amerikonsku sendirøðini “Beverly Hills 90210” er deyður, 52 ára gamal.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Umboðsmaðurin hjá sjónleikaranum upplýsir, at Luke Perry doyði í morgun eftir eina heilabløðing í síðstu viku. Hann hevur síðani tá verið á sjúkrahúsi, og var umgirdur av familju og vinum, nú hann andaðist.
Luke Perry gjørdist heimskendur fyri sín leiklut í Beverly Hills 90210, har hann spældi Dylan McKay. Seinnu árini hevur hann spælt við í “Riverdale” á Netflix.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald