Uttanlands

Lula aftur forseti í Brasil

Í sambandi við, at Lula varð tikin í eið sunnudagin, varð ein maður handtikin av løgregluni, eftir at hann royndi at koma inn á økið við knívi og fýrverki

Sunnudagin 1. januar gjørdist  Luiz Inácio Lula da Silva aftur forseti í Brasil (Mynd: EPA)

Sunnudagin 1. januar gjørdist Luiz Inácio Lula da Silva aftur forseti í Brasil (Mynd: EPA)

2023-01-02 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 1. januar varð Luiz Inácio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, tikin í eið sum forseti í Brasil.

Hetta hendi á hátíðarhaldi í kongressini í høvuðsstaðnum Brasília, og eftir hátíðarhaldið varð Lula koyrdur til Planalto-borgina, sum er forsetaskrivstovan í Brasil.

Nógvur ófriður hevur verið í Brasil eftir forsetavalið 30. oktober, sum nú fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro tapti móti Lula. Í fleiri mánaðir undan valinum hevði Bolsonaro sagt, at hann ivaðist í, um valskipanin í Brasil var álítandi, og hevur hann sátt iva um sjálvt úrslitið av valinum.

Síðan valið hava viðhaldsfólk hjá Bolsonaro skipað fyri mótmælum í stórum pørtum av landinum, og hevur hetta fleiri staðni elvt til harðligar samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk, skrivar Ritzau.

Tað er siðvenja, at fráfarandi forsetin er til staðar, tá eftirmaður hansara verður tikin í eið, men Bolsonaro var ikki til staðar í Brasília í gjár. Hann fór nevniliga av landinum fríggjadagin. Hann er farin til amerikanska statin Florida, og er ikki greitt, nær hann kemur aftur til Brasil.

Hetta verður triðja valskeiðið hjá Lula í forsetambætinum. Lula var nevniliga eisini forseti í Brasil í árunum 2003 til 2010. Lula er fyrsti brasilski forsetin, ið verður afturvaldur til eitt triðja valskeið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder