Uttanlands

Lula stendur til at fáa flestar atkvøður

Annað umfar av brasilska forsetavalinum verður 30. oktober

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-06 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinstravenda forsetavalevnið í brasilska forsetavalstríðnum, Luiz Inácio Lula da Silva, hevur nú tryggjað sær týdningarmiklan stuðul frá tveimum valevnum frá fyrra umfari av forsetavalinum.

Tað er frá teimum báðum, sentrum-høgra valevninum Simone Tebet og vinstravenda Ciro Gomes, sum fingu ávikavist trið- og fjórflest atkvøður á fyrsta umfari sunnudagin.

Lula kappast við núverandi forsetan, Jair Bolsonaro, í øðrum og avgerandi umfarinum av valinum, sum verður 30. oktober.

Gomes og Tebet fingu tilsamans sjey prosent av atkvøðunum í fyrsta valumfari. Lula fekk 48,3 prosent og Bolsonaro 43,2 prosent.

Hevði eitt av valevnunum fingið yvir 50 prosent í fyrra umfari, hevði valið verið avgjørt. Men av tí at tað ikki hendi, verður eitt nýtt umfar millum Lula og Bolsonaro.

Simone Tebet segði í gjár, at hon stuðlar Lula, tí hann, mótsatt Bolsonaro, hevur virðing fyri brasilska fólkaræðinum og stýrisskipanini. Hvussu nógvir av hennara veljarum, ið fara at gera sum hon, er tó framvegis óvist.

Týsdagin boðaði Ciro Gomes frá, at hann fer at fylgja tilmælinum frá flokki sínum, og vísti sín stuðul til Lula.

Sambært seinastu veljarakanning, stendur Lula til at fáa 51 prosent av atkvøðunum og Bolsonaro 43 prosent. Óvissan í kanningini er tvey prosent.

Men spenningur er tó um úrslitið, tí í fyrra valumfari fekk Bolsonaro nógv fleiri atkvøður, enn veljarakanningarnar bendu á frammanundan.

Lula var forseti í Brasil frá 2003 til 2010. Í 2018 varð hann dømdur í fongsul fyri mutur og hvítvasking. Seinni varð hann tó leyslatin, tá hægsti rættur í Brasilia ógildaði dómin, skrivar Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder