Fyrrverandi brasilski forsetin, 77 ára gamli Luis Inacio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, hevur vunnið forsetavalið í Brasil.
Tað gjørdist í nátt greitt, at hann hevði fingið 50,9 prosent av atkvøðunum í seinna valumfarinum, meðan sitandi forsetin, Jair Bolsonaro fekk 49,1 prosent av atkvøðunum.
Lula var forseti í tíðarskeiðnum 2003 til 2010. Í 2018 varð hann dømdur í fongsul fyri mutur og hvítvasking, men seinni varð hann tó leyslatin aftur eftir 580 dagar, tá brasilski hægstirætturin ógildaði dómin.
Lula verður væntandi tikin í eið sum forseti aftur 1. januar 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald