Tað verður núverandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum verður nýggjur formaður í flokkinum Venstre, eftir at Jakob Ellemann Jensen legði frá sær herfyri.
Nýggjur formaður skal veljast á landsfundi í flokkinum í komandi viku, og tá freistin at stilla upp í gjárkvøldið rann út, vóru ongi mótvalevni, sum bjóðaðu seg fram at stilla upp ímóti Troels Lund Poulsen.
- Tað er ein stór ábyrgd og uppgáva, sum bíðar mær, ásannar Troels Lund Poulsen í dagføring á Facebook í dag, væl vitandi, at veljaratøkini hjá flokkinum í løtuni eru sera vánalig.
- Júst nú er Venstre ikki í tí formi, vit kundu ynskt okkum. Tað skulu vit gera nakað við, men tað tekur tíð og krevur hart arbeiði, skrivar hann eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald