2026-11-10 09:31
Týskvøldið 17. november klokkan 19 verður stovnandi aðalfundur í MEGD-húsinum í Havn.
Hetta verður í sambandi við, at nýtt felag verður stovnað fyri fólk, sum hava lungnasjúkur og avvarðandi teirra.
– Vit vóna, at so mong sum gjørligt vilja koma til fundin, so vit fáa eitt gott grundarlag fyri at seta eitt lungnafelag á stovn, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum, sum hava lungnasjúkur, skriva stigtakarar í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald