Innanlands

Lutfalsliga fá fólk á vali í Fuglafirði higartil

Nógvur vindur hevur verið hendan hósdagin, har spenningur er um valúrslitið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mentanarhúsið í Fuglafirði er næststørsta valstað í Eysturoynni. Tað er her, at fuglfirðingar og kambsdalsbúgvar kunnu greiða sína atkvøðu.

Higartil hava ikkiso nógv fólk nýtt hendan møguleikan. Nú valhøli hevur verið opið helmingin av tíðini, also talan er um tøl, sum eru gjørd upp klokkan 15, hava 23,5 prosent av teimum, ið hava valrætt í Mentanarhúsinum verið framvið og sett krossin.

Talan er um 276 fólk. Til samanberingar høvdu 390 fólk verið á vali, tá klokkan var 15 valdagin í 2019. 

Á valstaðnum siga tey, at heilt nógvur vindur hevur verið í dag. Hetta, eins og tað er ein gerandisdagur, spælir heilt víst ein leiklut. Vallutøkan liggur annars vanliga høgt her.

Annars verður sagt her, at stórur spenningur er um valúrslitið. Hesaferð er tað serligt á tann hátt, at stóri atkvøðuslúkurin herfrá í nógv val, Jógvan á Lakjuni, ikki stillar uppaftur, og at nógv fólk úr økinum stilla upp á fyrsta sinni.

Fimm fólk eru í gongd á staðnum gjøgnum dagin, og tá valhølini eru farin aftur koma átta fólk afturat at hjálpa. Í Fuglafirði vænta tey, at tá klokkan er 22, verður komið væl áleiðis við at telja upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder